TILVITSKUSKEIÐ

Eru tíni starvsfólk nóg væl ílatin til nýggju dátuverndarlógina?

Dátuverndarlógin kom í gildi 1. januar 2021, og tað merkir, at leiðarar og virkiseigarar møta nýggjum avbjóðingum. Tað er sera umráðandi at fáa tíni starvsfólk at arbeiða sambært nýggju dátuverndarreglunum.

Tað kann vísa seg at vera virðismikið at kunna skjalfesta tilvitskuskeiðini hjá starvsfólkunum; tað fer heilt vist at betra tína støðu, um tú fært vitjan av Dátueftirlitinum, av tí at brot hevur verið á persónsdátutrygdina.

Skeið í dátuverdartilvitsku frá PersondataSupport er ætlað starvsfólkum, ið tørvar grundleggjandi fatan av, hvussu ein handfer og viðger persónsdátu.

KT-FRÁLÆRA

Skeiðið í e-læring, frá PersondataSupport, kann tillagast til tykkara serstaka tørv. Spurningar verða við telduposti sendir til starvsfólkið, og svarini verða bókað í tykkara GDPR portali – ein lættur háttur at skjalfesta tilvitskuvenjingina hjá tínum starvsfólkum. Ger tínar egnu spurningar við ymsum torleikastigum, ella fá íblástur frá okkara standard spurningum. Okkara e-læringsskeið hóskar sera væl til grundleggjandi tilvitskuvenjing, og er ein effektiv og tilfeingissparandi loysn.

Read more

VERKSKEIÐ

Um títt virkið heldur ynskir meira siðbundin GDPR skeið, har tíni starvsfólk fáa møguleika til at umrøða evnið gjølla, so bjóða vit verkskeið, og útvega siðbundið tilfar.

Contact us

Skriva til okkara á kontakt@pds.as ella ring til okkara á +45 8844 0808

og lat okkum gera tað lætt hjá tær at lúka reglugerðina.

Adressa

Undir Nesinum 14
FO-650 Toftir

V-tal

645710

Telefon

Teldupostur