GDPR portalurin er General Data Protection Regulation í verki. Ein talgildur amboðskassi við amboðum til kortlegging, stýring, váðameting, greining og skjalfesting. Portalurin leiðbeinir teg ígjøgnum tilgongdina, og tú kanst eisini velja at leita tær ráð hjá okkara serfrøðingum.
Gert tú teg kláran at seta GDPR í verk, ella ert tú longu komin trygt ígjøgnum verksetingarstigið, og hugsavnar tú teg nú um umsiting? Í báðum førum, sparir tú tíð og virðismikið tilfeingi við at gagnnýta GDPR portalin. Vit hava miðað eftir at gera portalin atkomiligan og lættan at brúka, uttan at yrkisdugnaskapur og reglugerð líða undir tí.
GDPR portalurin verður støðugt dagførdur við nýggjastu leiðreglunum og lóggávunum í samband við reglurnar, og vit betra støðugt um brúkaramarkamótið og leggja funkur aftrat – ofta sum úrslit av fundum og samrøðum við kundar.
Vit bjóða GDPR portalin við vinnuloysnum til t.d. bústaðar- og ognarfyritøkur, byggifeløg, tannlæknar, handilsskúlar, handlar, arkitektar, landmálarar og bókhaldarar.
og lat okkum gera tað lætt hjá tær at lúka reglugerðina.