TRYGDARFRÁGREIÐING

Ert tú spurdur eftir einari trygdarfrágreiðing?

Hjá PersondataSupport, hava vit varnast, at alsamt fleiri av okkara vinnukundum ynskja eina óhefta skjalfesting av, at tey lúka krøvini fyri dátuviðgerðaravtalunum. Til tess at lúka krøvunum og bjóða ISAE 3000 trygdarfrágreiðingar, fyri ein kappingarføran prís, arbeiða vit saman við einum óheftum grannskoðaravirki. Ein trygdarfrágreiðing er ein effektivur háttur at skapa álit hjá kundum og virkisfeløgum, og samstundis geva GDPR kanningarkrøvunum gætur.

ISAE 3000 trygdarfrágreiðingin um persónsdáta og dátuviðgerð frá óhefta grannskoðaranum, er framleitt í samstarv við FSR – Danish Auditors og danska DPA.

GRUNDARLAG

Um endamálið er at fáa góðkenning fyri, at títt virki heldur reglurnar í dátuverndarlógini, er tað treytað av at grundleggjandi arbeiðið er gjørt. Mannagongdir, skipanir og miðvís stýring mugu vera í lagi, áðrenn ein grannskoðanarfrágreiðing kann gevast.

Vanliga er talan um eina búningartilgongd, áðrenn farið verður undir arbeiðið við eini grannskoðanarfrágreiðing, og oftast hjálpa vit til, við at seta dátuverndarlógina í verk og hava tilvitskuskeið fyri tíni starvsfólk.

Skriva til okkara á kontakt@pds.as ella ring til okkara á +45 8844 0808

og lat okkum gera tað lætt hjá tær at lúka reglugerðina.

Adressa

Undir Nesinum 14
FO-650 Toftir

V-tal

645710

Telefon

Teldupostur